Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Treytir fyri feløg

Fyri at gerast partur av skipanini, skulu frítíðartilboð sum meginreglu lúka hesar treytir:

-Eitt felag við viðtøkum og nevnd skal standa fyri tilboðnum.
-Tilboð skulu sum meginregla vera minst 10 samanhangandi vikur.
-Venjari/lærari yvir 18 ár skal hava høvuðsábyrgd av tilboðnum, yngri kunnu vera hjálparvenjarar.
-Venjari skal hava útbúgving - í minsta taka Venjari 1 hjá Ítróttasambandi Føroyar í 2020.
-Felagið hevur ábyrgd av at tryggja, at børn/ung, sum eru meldaði til, luttaka í tilboðnum.