Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Goymsla Prísur v/MVG

Um SPJALDUR

SPJALDUR er ein frítíðarkortskipan hjá Runavíkar kommunu.

Við skipanini fáa børn og ung ein kreditt á 3.000 kr. frá kommununi, sum tey kunnu nýta til at rinda fyri lima- og luttøkugjøld í samband við ítróttar- og frítíðarvirksemi.

Skipanin varð samtykt av býráðnum á heysti 2019, og kom at virka 1. januar 2020 - fyrsta árið sum ein royndarskipan.

Nógv tilboð vóru í skipanini longu frá 1. januar 2020, og roknast kann við, at tilboð leggjast aftrat so við og við.

SPJALDUR fevnir um øll børn og ung frá 0 ár og til teirra, sum fylla 18 ár í kalendaraárinum.

Foreldur/verjar fáa sendandi brúkaranavn og loyniorð til hesa umsitingarsíðuna.

Um fyrispurningar eru til skipanina, ella um onkur kundi hugsað sæt at rinda fyri onnur tilboð enn tey, sum eru tøk í løtuni, kunnu boð sendast við telduposti til spjaldur@runavik.fo.